- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Bretland samd um fisk
Føroyar og Bretland eru samd um sínámillum fiskirættindi í ár.
Føroyar sleppa at fiska svartkalva, tosk, hýsu, longu, brosmu og blálongu í bretskum sjógvi.
Bretland sleppur at fiska hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og fær eisini eina kvotu av øðrum fiskasløgum.
Føroyar og Bretland eru eisini samd um at halda fram at samstarva um serøkið, sum tey í felag varða av.
Somuleiðis eru londini samd um at menna góða samstarvið millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum.
Og góða samstarvið um havlívfrøði, sum lunnar vóru lagdir undir í fjør, skal halda fram.
Føroyar og Bretland eru samd um at hittast aftur, tá árið er hálvrunnið fyri at gera eftirmetingar og tryggja, at semjan virkar á besta hátt fyri londini bæði.