Hava nú skrivað undir keypssáttmála um SMS

Hava nú skrivað undir keypssáttmála um SMS
SMS-samtakið fer á íslendskar hendur, men Niels Mortensen heldur fram sum stjóri
Niels Mortensen, sum heldur fram sum stjóri í SMS, og Finnur Oddson, samtaksstjóri í Hagar hf.
 
28.11.2024 - 09:01

Børsskrásetta íslendska samtakið Hagar hf. hevur nú endaliga keypt P/F SMS, og samstundis eru fyrrverandi partaeigararnir í P/F SMS vorðnir partaeigarar í Hagar hf.

Partarnir skrivaðu undir keypssáttmálan í gjár.

Hagar hf. rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufeløg, klædna-handilsketuna Zara og mangt annað serstakt virksemi í Íslandi. Samtaksstjórin í Hagar hf, Finnur Oddsson, fegnast um keypið og bjóðar P/F SMS vælkomnum upp í Hagar-familjuna.

 

Væl rikin

- P/F SMS er ein væl rikin fyritøka, sum hevur ein týðandi leiklut í Føroyum. P/F SMS bjóðar bíligar gerandisvørur og góðar upplivingar, tá farið verður til handils, og tað er í tráð við missiónina hjá Hagar hf. Vit eru errin av at átaka okkum ábyrgdina at eiga P/F SMS, og vit vilja halda fram at stuðla menning og vøkstri, sum gagnar føroyingum, staðfestir Finnur Oddsson í tíðindaskrivi.

Umsetningurin hjá P/F SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá P/F SMS svarandi til 286 fulltíðarstørv.

Niels Mortensen heldur fram sum stjóri í P/F SMS.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859