- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neistin varpaði strandingar úr endaspælinum
Neistin varpaði strandingar úr endaspælinum
StÍF hevur verið besta liðið síðsta triðing av grundspælinum, men í fjórðingsfinaluni á Skála, vórðu teir steðgaðir av Neistanum, sum fer í hálvfinalurnar
06.04.2023 - 17:41
Neistin hevur varpað StÍF úr hondbóltsendaspælinum og spælt seg í hálvfinalurnar.
Ovi Lutzen og Ísak Vedelsbøl, sum fyrr hevur givið strandingum grá hár á høvdið, gingu á odda við hvør sínum átta málum í 31-30 sigrinum í høllini á Skála.
Neistin kom betur frá byrjan, men so líðandi fylgdust liðini. Síðstu minuttirnar vann útiliðið sær eina lítla leiðslu, men miðskeiðis í øðrum hálvleiki var aftur javnleikur.
Aftur gjørdi Neistin eitt lop, og hóast munurin minkaði niður í eitt mál, eydnaðist ikki strandingunum at javna, hóast tað var nær við.
Í hálvfinaluni skal Neistin spæla ímóti antin VÍF ella H71.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV