Vunnu á Finnlandi í gjár - spæla aftur í dag

Vunnu á Finnlandi í gjár - spæla aftur í dag
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum vann tryggan sigur á Finnlandi í venjingardystinum í gjár. Londini spæla aftur seinnapartin
Mynd: HSF  
 
05.04.2023 - 12:27

Seinnapartin í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seinna venjingardystin ímóti Finnlandi.

Dysturin byrjar klokkan 16:00.

Í gjár vunnu Føroyar tryggan 35-25 sigur í fyrra dystinum landanna millum. Liðini fylgdust fyrsta korterið, men føroyingarnir vunnu sær eina hálvleiksleiðslu upp á 16-12.

Eftir steðgin var ongin ivi, og Føroyar vunnu við 10 málum. Súna Krossteig Hansen, sum við átta málum gjørdist føroyskur toppskjútti, var eisini kosin dagsins spælari.

Allir 16 spælararnir í føroyska hópinum komu á vøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109