Royna VAR-útgerð í Føroyum

Royna VAR-útgerð í Føroyum
Royndirnar skulu vísa, um tað er eitt gott hugskot at seta slíka skipan í verk
VAR-skipanin í fótbólti virkar sum ein hjálpardómari. (Savnsmynd)
 
03.04.2023 - 18:01

Skal VAR-skipanin takast í nýtslu í føroyskum fótbólti?

Tann spurningin hevur dómaradeildin hjá FSF sett sær, og í dag tók leiðarin á deildini ímóti fólki frá einum veitara, sum hevur ment VAR-útgerð til fótbóltsdystir.

 

Lassin Isaksen er leiðari á dómaradeildini hjá FSF. (Savnsmynd)

 

Ætlanin er at royna útgerðina fyri at fáa staðfest, um tað  er eitt gott hugskot at seta slíka skipan í verk í Føroyum.

Lassin Isaksen er leiðari á dómaradeildini hjá FSF:

 

03042023_Lassin_Isaksen


  Lassin Isaksen leggur dent á, at ongar ætlanir eru um at seta VAR-skipanina í verk beinan vegin, tí royndirnar skulu fyrst gerast, og skipanin skal góðkennast av eitt nú kappingarnevndini hjá FSF. 

VAR stendur fyri Video Assistent Referee. Tað merkir, at skipanin virkar sum ein video-hjálpardómari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV