- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal flokkurin byggjast upp aftur
Nú skal flokkurin byggjast upp aftur
Sjálvstýri, sum misti umboðanina á tingi á seinasta løgtingsvali, hevur fingið neyðugu undirskriftir at stilla upp næstu ferð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.04.2023 - 18:00
Sjálvstýri hevur nú fingið tær neyðugu 800 undirskriftirnar, so flokkurin kann stilla upp aftur til løgtingsvalið næstu ferð.
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sigur, at flokkurin hevur fingið eitt andarhol, nú hann ikki fekk umboð á Løgtingi til seinasta val. Hann sigur, at tíðin fram til næsta val skal brúkast til at byggja flokkin upp aftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
03042023_Samal_Petur
Sjálvstýrisflokkurin var fyrstu ferð valdur inn á ting í 1906, tá vit av fyrstan tíð fingu floksbýti á tingi.
Síðan tá hevur hann vunnið umboðan til tingið øll árini uttan á valunum í 1943 og 1945, og so aftur nú á valinum í desember í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV