Stjórnarskifti verður væntandi í Finnlandi

Stjórnarskifti verður væntandi í Finnlandi
Savningarflokkurin vann valið í gjár, og sosialdemokratiski flokkurin, sum hevur havt stjórnarvaldið, fekk triðflestar atkvøður
Petteri Orpo, formaður í Savningarflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur á valinum í Finnlandi í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2023 - 08:34

Finski forsætisráðharrin og sosialdemokraturin, Sanna Marin, tapti valið í Finnlandi í gjár. 

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Vinnarin á valinum gjørdist Petteri Orpo, formaður í Savningarflokkinum. 

 

Lítil munur

Minni enn eitt prosentstig er á muni millum tríggjar teir størstu flokkarnar á valinum. 

Petteri Orpo og Savningarflokkurin fingu 20,8 prosent av atkvøðunum og 48 sessir.

Riikka Purra og Sannfinnlendingarnir fingu 20,1 prosent av atkvøðunum og 46 sessir.

Og forsætisráðharrin Sanna Marin og Sosialdemokratarnir fingu 19,9 prosent av atkvøðunum og 43 sessir.

Flokkurin, sum gjørdist størstur, skal í fyrstu atløgu royna at skipa stjórn.

 

Samráðast við allar flokkar

Tá ið fyrstu valúrslitini vóru komin, segði Petteri Orpo, at hetta verður stórsigur fyri sín flokk. 

- Eg haldi, at fólkið í Finnlandi við hava broytingar. Eg fari at hava opnar samráðingar við allar flokkar, segði Orpo.

Spurdur, um hann fer at samstarva við ein høgravíðgongdan flokk, t.e. við Sannfinnlendingarnar, svarði Orpo:

- Vit hava ongan høgravíðgongdan flokk í Finnlandi. Eg eri til reiðar at samráðast við tey.

Undir valstríðnum hevur Orpo lovað nýggjan fíggjarpolitikk fyri at loysa trupulleikar við vaksandi almennari skuld, og fyri at fáa gongd á búskaparvøksturin. 

Hann sigur, at finnlendingar mugu skerja vælferðina, og at hann fer at skerja stuðulin, sum er veittur í sambandi við prísvøksturin.

 

Sanna Marin hevur verið væl umtókt sum forsætisráðharri, men sosialdemokratiski flokkurin tapti valið í gjár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Best umtókti forsætisráðharri

Forsætisráðharrin, 37 ára gamla Sanna Marin, missir starvið, hóast hon er best umtókti forsætisráðharri í Finnlandi í hesi øldini. 

Hon leiddi landið gjøgnum koronufarsóttina, og nú arbeiðir hon við at fáa Finnland upp í Nato.

Hóast SPD-flokkurin hjá Marin hevur fingið alsamt størri undirtøku, megnaði hann ikki at varðveita støðuna sum størsti flokkur.

Sanna Marin segði við fjølmiðlar í gjárkvøldið, at flokkurin er sinnaður at skipa samgongustjórn. 

 

Riika Purra, forkvinna í flokkinum Sannfinnlendingar, sum gjørdist næststørsti flokkur á valinum. (Mynd Ritzau Scanpix)

 

Væntar torførar samráðingar

Flokkurin er tó ikki samdur við Savningarflokkin um fíggjarpolitikkin. Heldur enn at minka vælferðina, vil flokkurin hjá Marin krevja meira inn í skatti.

- Samráðingarnar frameftir verða torførar. Vit hava ymiska áskoðan á búskap og tænstur til fólkið, segði Sanna Marin, sum tó ikki fer at samstarva við Sannfinnlendingarnar, sum verður næststørsti flokkur.

Sannfinnlendingarnir hava undir valstríðnum sagt seg taka frástøðu frá veðurlagsátøkum. 

Flokkurin vil eisini hava strangari tilflytarapolitikk og hava størri frástøðu til ES, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342