- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burn-deildin: Einki broyttist í síðsta umfari
Einki broyttist í síðsta umfari í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum.
Team Klaksvík tapti tepurt í Hoyvík, og endaði á 6. plássi. Klaksvíkingar skulu tískil á vitjan hjá KÍF í Kollafirði í fjórðingsfinaluni.
Í hinari fjórðingsfinaluni bresta StÍF og Neistin saman. StíF tryggjaði sær heimavallarfyrimunin við at vinna 31-28 á KÍF, meðan Neistin tapti 33-29 á VÍF í Havn í dag.
VÍF vann grundspælið við 28 stigum, meðan H71 endaði á 2. plássi við 23 stigum. Hesi bæði liðini fara beinleiðis í hálvfinalurnar.
H71 og Kyndil fremst hjá kvinnum
Hoyvíkskvinnur, sum fyri langari tíð síðan hava tryggjað sær 1. plássið í grundspælinum, vunnu tepurt á Stjørnuni í gjár.
Kyndil vann á VB, og tær grønu fingu 2. plássið og fara í hálvfinalurnar saman við H71.
Í fjórðingsfinalunum skal Neistin, sum endaði nummar trý í grundspælinum, spæla á heimavølli ímóti antin VB ella StÍF. Hesi bæði liðini spæla avgerandi dyst í Vági, har strandingar við einum sigri, kunnu taka 6. plássið frá VB.
Hin fjórðingsfinalan verður í Klakvík millum Stjørnuna á 4. plássi og VÍF, sum endaði á 5. plássi í grundspælinum.