Beinta og Bogi steðgað í fjórðingsfinalunum

Beinta og Bogi steðgað í fjórðingsfinalunum
Føroyingarnir, sum stóðu seg best, Beinta Joensen og Bogi Isaksen, spældu seg í fjórðingsfinalurnar í altjóða dartkappingini, Tórshavn Open, sum var á Glasi í gjár
77 menn og 22 kvinnur dartaðu í Tórshavn Open á Glasi í gjár
Mynd: Havnar Dartfelag og Dartsambandið  
 
02.04.2023 - 14:31

Beinta Joensen og Bogi Isaksen stóðu seg best av føroysku luttakarunum í altjóða dartkappigini, Tórshavn Open, í gjár.

Tey bæði vóru steðgað í fjórðingsfinalunum. Beinta Joensen tapti greitt 4-0 ímóti Annu Forsmark úr Svøríki, sum var hægst styrkismett undan kappingini. 

Bogi Isaksen hevði góðan møguleika at spæla seg í hálvfinalurnar, men fekk ikki avgjørt, og tapti 4-3 ímóti dananum, Ivani Madsen. 

Mest varð væntað av Jan McIntosh og Una Árting undan kappingini, men teirra spæl í innleiðandi bólkinum var ikki sannførandi, og tí møttu teir sterkari mótstøðu tíðliga í kappingini. Jan Erik Fjallstein, Gunnar Mouritsen og Jóan Jakku Joensen spældu seg í áttandapartsfinalurnar.

Svøríki fór avstað við skreytinum

Bæði hjá kvinnum og monnum fóru spælarar úr Svøríki avstað við sigrinum. 

Eins og í fjør vann Maud Jansson kappingina hjá kvinnum, og hjá monnum vann Bjørn Lejon sína fyrstu altjóða kapping.

Í dag er Faroe Islands Darts Open á skránni. Tað er eins og kappingin í gjár einmansleikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944