- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendskt tíðindablað gevst
Íslendskt tíðindablað gevst
Fréttablaðið, sum hevur verið eitt óheft tíðindablað í 22 ár, snaraði í vikuni lykilin og kemur ikki útaftur.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/frettabladid_island.jpg?itok=bRaMsKIY)
02.04.2023 - 14:24
Fréttablaðið hevur verið mest lisna tíðindablað um alt Ísland.
Ein orsøk til, at Fréttablaðið nú gevst, er, at sosialir miðlar og útlendskar stroymingartænastur fara við 45 prosentum av øllum lýsingarinntøkunum.
Íslendski mentanar- og vinnumálaráðharrin, Lilja Dögg Alfreðsdóttir, ásannar, at hetta ger tað trupult hjá óheftum miðlum at standa seg í kappingini og yvirliva.
Eisini verður nú kjakast í Íslandi um, hvussu rætt tað er, at almenna kringvarpið, RÚV, bæði skal fáa játtan á fíggjarlógini og sleppa at selja lýsingar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV