Ríkisdagsval í Finnlandi

Ríkisdagsval í Finnlandi
Lagt er upp til ein spennandi valdag, nú finnar í dag skulu velja 200 fólk til finska Ríkisdagin.
Finski valhølini lótu upp í morgun klokkan sjey, okkara tíð
Mynd: Roni Rekomaa/TT  
 
02.04.2023 - 10:19

Tríggir teir størstu flokkarnir eru mestsum javnir í nýggjastu kanningini hjá finska kringvarpinum, YLE.

Savningarflokkurin stendur til 19,8 prosent, Teir Sonnu Finnarnir standa til 19,5 prosent og Javnaðarflokkurin hjá forsætisráðharranum, Sannu Marin, stendur til at fáa 18,7 prosent á valinum í dag.

Meiningakanningar hava víst, at Sanna Marin er best umtókti forsætisráðharrin í Finnlandi nakrantíð, men valið í dag kann koma at kosta henni stjórnarleiðsluna.

Hálvfimta millión finnar hava valrætt, og um 40 prosent av teimum hava longu undan valdegnum atkvøtt talgilt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497