- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kingobólkurin niður á páskum
Kingobólkurin niður á páskum
Á Danmarkarferð á páskum skal Kingobólkurin syngja til fýra gudstænastur, og eisini verður farið upp á gólv av sýna fram føroyskan dans.

Kingobólkurin í Tjørnuvík fer á páskum á sína fyrstu uttanlandsferð í fimm ár
01.04.2023 - 11:00
Kingobólkurin í Tjørnuvík fer á páskum til Danmarkar, har sungið verður á trimum konsertum og undir einari gudstænastu.
Hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá Kingobólkinum í fimm ár, og annars eru 20 ár liðin, síðani bólkurin fyrstu ferð var á sangferð niðri.
Fýra kirkjur í Mittjyllandi verða vitjaðar páskadagarnar, og millum annað skal Kingobólkurin páskamorgun syngja í Sparkær kirkju, har føroyingurin, Tummas Kannuberg, er prestur.
Eftir tvær av gudstænastunum verður eisini farið upp á gólv fyri at sýna fram føroyskan dans.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV