
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanin til isolatiónsstovur er óbrúkt
Játtanin til isolatiónsstovur er óbrúkt
Margit Stóra, landsstýriskvinna, fer skjótt í løgtingið at biðja um 40 milliónir krónur aftrat til H-bygningin. Men tá eru ætlaðu háisolatiónsstovurnar ikki við

Landsstýriskvinnan fer at biðja løgtingið um 40 milliónir aftrat til H-bygningin, so hann kann gerast liðugur.
30.03.2023 - 18:00
Tað er ikki vist, at Margit Stóra fer at biðja løgtingið um pening til háisolatiónsstovur á Landssjúkrahúsinum.
Løgtingið játtað í 2016 13,4 milliónir krónur til hesar stovur, sum ikki eru bygdar enn, og som kosta væl meira.
Landsstýriskvinnan fer skjótt í tingið at biðja um 40 milliónir krónur afturat til H-bygningin. Men tá eru ætlaðu háisolatiónsstovurnar ikki við.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Margit Stóra vissar um, at tær 13,4 milliónir krónurnar, sum eru játtaðar til isolatiónsstovurnar, eru framvegis til, og eru ikki brúktar til annað á Landssjúkrahúsinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
30032023_Margit_og_isolationsstovur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV