Norska LO: Styttri upplatingartíð lækkar matvøruprísin

Norska LO: Styttri upplatingartíð lækkar matvøruprísin
Landsfelagsskapurin heldur, at útreiðslurnar minka, og tí kunnu prísirnir lækka. Handlar vísa uppskotinum aftur
Handilsketan Kiwi visir uppskotinum um styttri upplatingartíðir aftur.
 
30.03.2023 - 14:55

Deildin fyri handil og skrivstovu í norska landsfelagsskapinum sigur, at styttri upplatingartíðir í handlunum fara at trýsta prísin á matvørum niður, og at gera lívið lættari hjá nógvum í Noregi.

- Stongdu handlarnir fyrr, høvdu matvørurnar verið bíligari, sigur Christopher Beckham, stjóri í LO fyri handil og skrivstovur, við norska P4.

Hann skjýtur upp, at handlarnir lata aftur klokkan 21 og kl. 18 leygardag, og ikki kl. 23, sum nú.

Hann sigur, at útreiðslurnar hjá handilsvinnuni minka við hesum, og hon fær størri avlop, so prísirnir kunnu lækka.

 

Mugu hugsa um kappingarneytan

Við styttu arbeiðstíðunum fáa starvsfólk í handlum eisini betri arbeiðstíðir, fleiri fulltíðarstørv og sostatt meira løn.

Handilssamtakið NoregsGruppen, sum eitt nú hava handilsketurnar Kiwi, Spar og Asko, vísur uppskotinum aftur.

- Vit kunnu ikki lata handlarnar hjá okkum aftur fyrr, um kappingarneytin hevur opið, sigur samskiftisstjórin, Stein Rømmerud, við norska P4.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342