- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandi fyri at skrásetingin hjá kommunulæknum ikki er eins
Vandi kann vera fyri, at skrásetingin hjá kommunulæknum ikki er eins, tá eingin vegleiðing fæst um, hvussu og hvat skal skrásetast, og nær.
Tað heldur Landsgrannskoðanin, sum hevur gjørt eina frágreiðing um kommunulæknaskipanina.
Heilsutrygd hevur heimild til at gera eftirlit hjá læknunum, men bert fá slík eftirlit eru gjørd.
Okkurt eftirlit á staðum hevur gjørt, at avrokningar eru rættaðar.
Um viðtalurnar hjá kommunulæknum sigur Landsgrannskoðanin, at einastu skipaðu eftirlitini við veitingunum eru innbygdu eftirlitini í talgildu heilsuskipanini, og at viðskiftafólk skriva undir viðtaluseðil.
Heilsutrygd vegleiðir ikki kommunulæknar um, hvussu viðtalur skulu skrásetast.
Heilsutrygd sigur, at kommunulæknar hava skyldu til at kenna sáttmálan, sum teir arbeiða eftir. Teir eiga eisini at kenna til talgildu heilsuskipanina.
Sí frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini her.
1.577 fólk í miðal
Í oktober í fjør vóru í miðal 1.577 fólk fyri hvørja læknaviðtalu.
Kommunulækni kann nokta at taka nýggj viðskiftafólk, um talið fer upp um 1.600.
Í frágreiðingini er eitt yvirlit yvir lønir og samsýningar í 2021 hjá 21 læknum, sum vóru í føstum starvi alt árið.
Tann, sum fekk mest, fekk fimm milliónir krónur. Tann sum fekk minst, fekk eina millión og 360.000 kr.
Grundlønin er góðar 270.000 kr.
Útreiðslurnar til grundlønina hækkaðu 8,9 prosent frá 2018 til 2021.