Færri bilar við strandfaraskipunum, tá elbilar eru við

Færri bilar við strandfaraskipunum, tá elbilar eru við
Váðameting skal gerast, og væntandi verður eisini neyðugt at hava betri pláss til elbilar á dekkinum
Væntandi sleppa færri bilar við strandfaraskipunum, tá elbilar eru við. (Savnsmynd)
 
27.03.2023 - 10:42

Talið á elbilum við strandfaraskipunum verður væntandi avmarkað, tá reglurnar og váðametingin fyri elbilar umborð eru lidnar. 

 

Niels Juel Arge er strandferðslustjóri

 

Neyðugt verður helst eisini at hava betri pláss til elbilarnar. Hetta fer at hava við sær, at skipini hjá Strandferðsluni fara at taka færri bilar, tá elbilar eru við.

Hoyr samrøðu við Niels Juel Arge, strandferðslustjóra, í útvarpstíðindunum:

 

27032023_Elbilar_og_strandfaraskip

 

Sjóvinnustýrið hevur boðað frá, at so skjótt sum reglur fyri el- og hybridbilar koma í gildi gjøgnum ST-stovnin IMO og ES, fer stýrið at arbeiða við at seta reglurnar í verk í samstarvi við vinnuna. 

Til hesar reglur eru settar í verk, mælir Sjóvinnustýrið til, at reiðaríini greina og taka støðu til serligu vandarnar, sum kunnu standast av at hava el-battarí á bildekkinum.

Váðameting skal gerast fyri hvørt skip. Hon skal vísa, hvar bilarnir skulu setast og møguliga løðast, og eld- og rýmingartilbúgvingin umborð skal lýsast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512