Prísvøksturin ávirkar søluna

Prísvøksturin ávirkar søluna
Frá november í 2021 til november í fjør var prísvøksturin góð 10 prosent
Prísvøksturin á matvørum hækkaði 13 prosent. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.03.2023 - 09:45

Sølan í Føroyum í fjør var nógv nógv merkt av stórum prísvøkstri. 

Frá triðja til fjórða ársfjórðing veksur sølan aloftast, tí jólasøla er, og í fjør var heldur einki undantak, skrivar Hagstovan.

Sølan í føstum prísum var harafturímóti minni í øllum vørubólkum í fjórða ársfjórðingi samanborið við sama tíðarskeið í 2021.

Sølutølini benda tó á, at hóast prísvøksturin hevur verið størstur á matvørum, er sølan í klædna- og skógvahandlum minkað.

Frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1 prosent. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í nógv ár. Eins og fyri triðja ársfjórðing í 2022, ávirkaði hetta eisini søluna í fjórða ársfjórðing í fjør. 

Prísirnir á 'mati og drykkjuvørum' hækkaðu 13 prosent í fjórða ársfjórðingi í 2021 til fjórða ársfjórðing í fjør, skrivar Hagstovan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512