- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burn-deildin: H71 tók hálvfinaluplássið frá KÍF
Kollfirðingar hava siti á 2. plássinum í Burn-deildini stóran part av kappingarárinum, men nú bert ein dystur er eftir at spæla, er H71 farið avstað við tí.
Hoyvíkingar vunnu í dag sannførandi 28-21 á KÍF í Kollafirði, og eru eitt stig frammanfyri kollfirðingar, nú bert eitt umfar er eftir at spæla í grundspælinum.
H71 sat á dystinum øllum, sum hann var. Teir vunnu sær leiðsluna tíðliga, og hon kom ongantíð í vanda. Peter Krogh hevur styrkt munandi um liðið, síðan hann koma aftur síðst í februar, og í dag skeyt hann átta mál fyri H71.
Hoyvíkingar taka ímóti Team Klaksvík í síðsta dysti, meðan StÍF vitjar KÍF. VÍF hevur tryggjað sær fyrsta plássið, meðan StÍF, Neistin og Team Klaksvík berjast innahýsis um fjórða plássið.
Høllin í Kollafirði (Burn-deildin)
KÍF - H71, 21-28 (8-14)
Toppskjúttar, KÍF: Vuk Stevanovic 6, Karl Martin Olsen 4, Fríði Weyhe 4
Toppskjúttar, H71: Peter Krogh 8, Bogi Hansen 5, Rói E. á Skipagøtu 4