Pætur og AMO vunnu uppflyting

Pætur og AMO vunnu uppflyting
Føroyski landsliðsspælarin, Pætur Mikkjalsson, hevur saman við liðfeløgum sínum í AMO í Alstermo vunnið kappingina í næstbestu svensku mansdeildini í hondbólti.
Pætur Mikkjalsson
Mynd: AMO  
 
25.03.2023 - 18:26

Uppflytingin gjørdist veruleiki í gjárkvøldið, tá ið Pætur og teir á heimavølli vunnu ein sannførandi 44-33 sigur á Rimbo.

In.fo skrivar, at AMO við sigrinum vinnur næstbestu svensku deildina við 44 stigum, sum er tvey meira enn Karlskrona á næstfremsta plássi, og tí flytur AMO beinleiðis upp í Allsvenskan.

Pætur Mikkjalsson, sum serliga hevur verið ein av álitisspælarunum í verjuni, verður tó ikki verandi í AMO næsta kappingarár, tí hann leitar sær eftir øðrum avbjóðingum.

Nógv bendir tó á, at hann heldur fram í svenskum hondbólti og helst í bestu deildini, har bæði Óli Mittún í Sävehof og Rói Ellefsen á Skipagøtu í Hallby eisini eru at síggja næsta kappingarár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109