Peter Krogh aftur til Danmarkar

Peter Krogh aftur til Danmarkar
Peter Krogh, sum – stórt sæð uttan steðg – hevur spælt við H71 síðani 2015, spælir næsta ár við HC Århus í donsku 1. deild.
Peter Krogh hevur stórt sæð uttan steðg spælt við H71 síðani 2015
Mynd: H71-heimasíðan  
 
25.03.2023 - 18:22

Ein kendur profilur í heimligu hondbóltskappingini - og eisini á manslandsliðnum - verður ikki at síggja í føroysku hallunum næsta vetur.

Peter Krogh, sum - stórt sæð uttan steðg - hevur spælt við H71 síðani 2015, fer nú aftur til Danmarkar at spæla.

Hann skal spæla við 1. deildarliðnum, HC Århus, har landsliðsvenjarin, Peter Bredstorff Larsen, er ein av nevndarlimunum.

Eitt skifti í 2017 var Peter Krogh niðri í Skive og spældi, men var skjótur heimaftur.

Nú roynir hann so eydnuna aftur, skrivar Trok.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109