Sláið Ring norrønt herðaklapp

Sláið Ring norrønt herðaklapp
Landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring, varð á lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár heiðrað við Norðurlendska Herðaklappinum frá Norrøna Felagnum í Føroyum.
Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, tekur ímóti herðaklappinum frá Torbjörn Nyström frá Norrøna Felagnum
Mynd: Norrøna Felagið í Føroyum  
 
25.03.2023 - 13:32

Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, tók ímóti heiðrinum, ið millum annað er grundgivin soleiðis:

“Sláið Ring hevur við síni luttøku á norðurlendskum dansi- og mentanarstevnum í Føroyum og í hinum Norðurlondunum verið við til at styrkt norðurlendskt samstarv, umframt at menna og kunna um føroyskan dans, kvæðamentan og føroyskan mentanararv.”

Eisini verður sagt, at “tey lokalu dansifeløgini í Føroyum við dansi, kvæðum og dansispølum halda við líka og menna dansin, og við luttøku á norðurlendskum dansistevnum eru tey við til at styrkja norðurlendska samstarvið.”

Hetta er áttandu ferð, at norðurlendska herðaklappið verður latið, og tað verður latið persónum ella felagsskapum, ið hava gjørt nakað serligt fyri annaðhvørt at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella Norðurlond í Føroyum.

Hesi hava fingið Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum:
2015: Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur
2016: Leif Sørensen, kokkur
2017: Torbjörn Nyström, stigtakari til svenska-føroyska orðabók
2018: Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sniðgevi
2019: Kórsamband Føroya
2020: - eingin handan
2021: Þóra þóroddsdóttir og Martin Næs, týðarar
2023: Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114