- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur til samráðingarborðið í næstu viku
Aftur til samráðingarborðið í næstu viku
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at samráðst verður ikki um stytta arbeiðsvikuna nú
24.03.2023 - 12:20
Politisku lyftini lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum og lyftini um styttri arbeiðsviku hava havt við sær, at lønarsamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru steðgaðar upp, hóast sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober í fjør.
Nú lovar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at farið verður til samráðingar um eina viku.
Men stytta arbeiðsvikan verður ikki á borðinum til hesar samráðingarnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
lonarsamradingar_24032023
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV