- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Tilfeingisgjøld í norsku alivinnuni
Í Noregi eru eingi gjøld á ali- og fiskivinnuni, tí lobbyisman er ov sterk.
Tað søgdu norsku professararnir, vóru á ráðstevnu um tilfeingisgjøld í Løkshøll tann 17. mars.
- Hetta er við til at skapa ótryggar karmar fyri vinnuna, segði Karen Helene Ultveit Moe, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum hjá nýskipanarnevndini, sum hevur gjørt tilmæli til norsku stjórnina at taka støðu til um gjøld á alivinnuna.
Jógvan D. Hansen og Katrin Kallsberg eru limir í Etiska ráðnum, og tey fara at skifta orð um Downs Syndrom í Breddanum í dag.
Downs Syndrom
Tað verða alsamt færri børn fødd við Downs Syndromi í grannalondunum, men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs syndromi føtt um árið, eins og fyri 10 árum síðani.
Í øðrum Norðurlondum fáa allar kvinnur tilboð um screening, sum kann staðfesta Downs Syndrom - og síðani tilboð um eina fosturtøku, um barnið hevur Downs Syndrom.
Er hetta meira etiskt skeivt enn vanlig fosturtøka?
Vit tosa við lækna, og limir í Etiska Ráðnum skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.