Kostar meiri enn 2.800 millardir at byggja Ukraina uppaftur

Kostar meiri enn 2.800 millardir at byggja Ukraina uppaftur
Heimsbankin hevur kunngjørd nýggja meting av oyðileggingunum av krígnum
135 milliardir dollarar at bøta skaðar, sum millum annað raka bygningar, flutning, orku og ídnaðin. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.03.2023 - 16:16

Tað fer at kosta 411 milliardir dollarar, ella 2.807 milliardir krónur í okkara peningi, at byggja Ukraina uppaftur eftir oyðileggingarnar, sum kríggið hevur elvt til.

Tað vísir dagførda metingin hjá Heimsbankanum, skrivar CNN.

411 milliardir dollarar eru 2,6 ferðir bruttotjóðarúrtøkuna hjá Ukraina í fjør.

135 milliardir dollarar fara til at bøta skaðar, sum millum annað raka bygningar, flutning, orku og ídnaðin.

Størsti skaðin er á hermótinum har eystri í landinum, sum fevnir um Donetsk, Kharkiv og Luhansk.

Í juni í fjør var mett, at tað fór at kosta 349 milliardir dollarar at byggja Ukraina uppaftur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859