- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið framvegis minni enn eitt prosent
Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,8 prosent í februar, ið svarar til 240 fulltíðararbeiðsleys.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.
Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Sama tíðarskeið í fjør var arbeiðsloysið eitt prosent.
Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá ið koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.
Fleiri menn enn kvinnur vóru arbeiðsleysir í februar, 131 menn og 109 kvinnur.
26 langtíðararbeiðsleys
Av teimum 240 arbeiðsleysu í februar vóru 26 fólk langtíðarbeiðsleys. Tað merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.
Seinasta árið er talið á langtíðararbeiðsleysum eisini minkað.
Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoy og í Vágum, og tað er størst í Sandoy og Suðuroy.
Arbeiðsloysið er minst millum tey 45-54 ára gomlu og størst millum tey 25-34 ára gomlu.
175 arbeiðsleys í dag
Í dag eru 175 fólk skrásett sum arbeiðsleys í ALS, 80 kvinnur og 95 menn.
480 fólk fáa stuðul eftir fiskavirkisskipanini, 243 kvinnur og 237 menn.