Hava ikki brúk fyri embætisfólki í Nato

Hava ikki brúk fyri embætisfólki í Nato
Grønlendingar senda fólk til Brússel at umboða grønlendsk áhugamál í Nato, men føroyskir myndugleikar hava ikki slíkar ætlanir
Fleiri Nato-skip hava ligið á Havnini seinastu dagarnar. Føroyar leggja dent á beinleiðis politiskt samstarv við Nato heldur enn hava starvsfólk í Nato-skipanini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2023 - 12:20

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur ikki, at Føroyar eins og Grønland hava brúk fyri einum embætisfólki at umboða okkum í Nato-skipanini í Brússel.

Høgni Hoydal sigur, at Føroyar vilja heldur styrkja politiska samstarvið beinleiðis við Nato, tí avgerðir í hernaðarmálum skulu takast í løgtinginum og landsstýrinum.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal:

 

23032023_Hogni_og_umodan_i_Nato

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Grønlendskir myndugleikar hava sett 51 ára gomlu Lidu Skifte Lennert í starv at umboða grønlendsk áhugamál í Nato.

Hon hevur 25 ára royndir sum leiðari av grønlendsku umboðanini í Keypmannahavn og Brússel.

Leiðandi blaðstjórin á Sermitsiaq, Christian Schultz-Lorentzen, sigur soleiðis um grønlendsku avgerðina at fáa umboð í Nato-skipanina:

 

Gronland_og_nATO

 


Lida Skifte Lennert er sett í starv at umboða Grønland í Nato-skipanini í Brússel. (Mynd: Sermitsiaq)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946