Ganga kravgongur til frama fyri TikTok í USA

Ganga kravgongur til frama fyri TikTok í USA
Í dag skal forstjórin á sosiala miðlinum, TikTok, Shou Zi Chew, hoyrast í umboðsráðstinginum í USA, í samband við, at fleiri amerikanskir politikarar vilja banna appini í USA
 
23.03.2023 - 07:49

Sambært Tiktok sjálvum, brúka 150 milliónir amerikanarar TikTok. 

Tað hevur ført við sær mótmælisgongur við kongressina í Washington, har tey uppmøttu vilja varðveita appina.

Hetta hendir í sambandi við, at forstjórin á kinverska sosiala miðlinum, Shou Zi Chew, skal hoyrast í umboðsráðstinginum í USA, tí fleiri amerikanskir politikarar vilja banna appini í USA. 

 

Bannað á almennum stovnum

Serliga eru tað tannáringar, fyritøkur og sokallaðir "content creators", sum eru fólk, ið hava TikTok sum eina inntøkukeldu, sum mótmæla ætlanunum hjá amerikansku politikarunum. 

Fleiri lond hava seinastu vikurnar bannað appini á almennum stovnum, tí óttast verður fyri njósning og harvið trygdini. 

Eisini í Føroyum hava politikarar og onnur, ið arbeiða hjá tí almenna, fingið boð um at strika appina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342