- Tíðindi, mentan og ítróttur
KAF: Starvsfólk á dagstovnaøkinum hava tíð til fyrireiking og eftirmeting
Í gjár handaði ein fylgibólkur tilmæli sítt um "Tíð til annað arbeiði" á dagstovnaøkinum til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Tilmælið byggir á kanning, ið er gjørd av uttanveltaðum ráðgevaratoymi.
Kanningin og tilmælið eru úrslit av gerðabókavtalu, sum partarnir samdust um undir sáttmálasamráðingunum 2020/21.
Síðani hevur ein fylgibólkur, mannaður við umboðum frá pørtunum, gjørt eitt tilmæli við støði í kanningini.
Øll spurd - ikki øll svarað
Allir leiðarar og øll starvsfólk á dagstovnunum í Føroyum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag, eru spurd.
Av hesum hava 48 dagstovnaleiðarar svarað, sum er eitt svarprosent á 71 prosent.
Av teimum 322 starvsfólkunum, sum eru spurd, var svarprosentið 32 prosent.
Tíð er til fyrireiking og eftirmeting
Ein av niðurstøðunum er, at leiðarar á dagstovnum brúka í miðal níggju tímar til fyrireiking og fýra tímar í miðal til eftirmeting um vikuna.
Námsfrøðingar brúka tríggjar tímar og hjálparfólkini 1,8 tímar í miðal til fyrireiking um vikuna.
Harumframt brúka námsfrøðingar ein tíma og hjálparfólkini 0,6 tímar í miðal um vikuna til eftirmeting, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagi í tíðindaskrivinum.
"Sostatt gevur kanningin eina ábending um, at bæði leiðarar og starvsfólk hava tíð til fyrireiking og eftirmeting á dagstovnaøkinum - eisini meira enn tann eina tíman um vikuna, sum § 10 í sáttmálanum ásetur, at námsfrøðingar á dagstovnum kunnu brúka til fyrireiking. Eftirsum kanningin vísir á miðaltøl, eru sjálvandi leiðarar og starvsfólk, sum brúka bæði meiri og minni tíð enn hesi miðaltøl," skrivar Kommunal arbeiðsgevarafelagið í tíðindindaskrivinum.