- Tíðindi, mentan og ítróttur
Báturin komin afturíaftur
Hósdagin 18. august í fjør noyddust Jákup Jacobsen og Edmund Berg í illveðri at rýma av serliga róðrarbáti sínum, Guðruni, á ferð úr Florida til Føroya.
Teir vóru tá staddir í bretskum sjógvi.
Jákup Jacobsen og Edmund Berg ætlaðu at rógva í hesum bátinum úr Florida til Føroya. (Mynd: Sosialurin)
Báturin var funnin rekandi í sjónum vestan fyri Stavanger. Her verður hann tikin upp.
Fleiri tímar seinni bjargaði eitt russiskt farmaskip teimum báðum monnunum.
Bretska bjargingartænastan metti tá, at róðrarbáturin var sokkin. Men nú er báturin funnin rekandi í sjónum vestan fyri Stavanger í Noregi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Jákup Jacobsen, sum eigur bátin, takkar reiðarínum á Stril Mariner fyri at hava tikið sær av bátinum. Jákup vónar eina ferð at fáa bátin aftur til Føroya.