- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara Blákrossheimið er góðkent sum viðgerðarstovnur
Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um viðgerðarstovnarnar Blákrossheimið, Frælsi og Heilbrigdi.
Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin lýst bygnað og leiðslu hjá viðgerðarstovnunum, um eftirlitini hjá Heilsutrygd og Landslæknanum eru framd, og um viðgerðarstovnarnir eru góðkendir og fylgja ásetingunum í góðkenningini frá Heilsutrygd.
Frágreiðingin lýsir eisini játtanar- og roknskaparviðurskifti seinastu fimm árini. Talan er um tríggjar sera ymiskar stovnar, sigur landsgrannskoðarin.
Blákrossheimið hevur virkað síðani 1984, og byggir á kristiligt grundarlag samsvarandi viðtøkum hjá Bláa Krossi Føroya, sum velur nevnd at stýra heiminum.
Frælsi hevur síðani 2017 virkað sum viðgerðarstað fyri ung ímillum 18 og 24 ár. Viðgerðarhátturin er sambært meginreglunum hjá Frelsunarherinum í Noregi.
Høvuðssætið hjá Frelsunarherinum í Noregi velur eitt stýri at leiða stovnin.
Heilbrigdi hevur síðani 1986 bjóðað persónum viðgerðir eftir Minnesota-fyrimyndini. Landsstýrisfólkið í heilsumálum velur nevnd at stýra stovninum.
Frælsi á Eiði.
Heilbrigdi á Velbastað. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Heilsutrygd skal góðkenna
Stovnarnir skulu góðkennast, og ta uppgávuna eigur Heilsutrygd.
Og Heilsutrygd góðkendi í desember 2021 Blákrossheimið sum viðgerðarstovn.
Frælsi og Heilbrigdi eru fyribilsgóðkend av Heilsutrygd, av tí at summi viðurskifti vóru ikki nøktandi.
Frælsi hevur ov fá starvsfólk til at hava eitt trygt og fullmannað samdøgurtilboð til málbólkin, og hevur heldur ikki fasta avtalu við lækna.
Heilsutrygd metti, at hølini hjá Heilbrigdi vóru ikki hóskandi til rúsviðgerð, og at ein ætlan skuldi gerast fyri løggilding av sálarfrøðingi, stendur í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini.