- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin staðfesti dóm um trygdarvarðhald
Landsrætturin staðfesti dóm um trygdarvarðhald
Av tí at maðurin fleiri ferðir er dømdur fyri neyðtøkuroyndir, kravdi ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald
22.03.2023 - 12:03
Eystari landsrættur hevur staðfest dómin í Føroya rætti, um at 30 ára gamli Poli Henry Jóhansson skal í trygdarvarðhald, upplýsir ákæruvaldið.
Maðurin var í Føroya rætti i november funnin sekur í at hava framt tvey rán, í 2019 og 2022, og fyri neytøkuroynd í mars í fjør.
Av tí at maðurin fleiri ferðir er dømdur fyri neyðtøkuroyndir, kravdi ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald, og hesum tók nevningatingið í Føroya rætti undir við.
Dømdi maðurin skeyt dómin í Føroya rætti inn fyri landsrættin, sum í dag hevur staðfest dómin í Føroya rætti.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV