Landsrætturin staðfesti skuldarspurningin

Landsrætturin staðfesti skuldarspurningin
Landsrætturin hevur staðfest dómin í Føroya rætti, har ein maður var dømdur sekur fyri rán og neyðtøkuroynd
Nú skal nevningatingið í Eystara landsrætti taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal fáa, ella um dómurin í Føroya rætti um forvaring skal staðfestast. (Savnsmynd)
 
22.03.2023 - 10:01

Nevningatingið í Eystara landsrætti hevur staðfest dómin í Føroya rætti, har ein 30 ára gamal maður í november í fjør var dømdur sekur fyri hava rænt frá tveimum kvinnum og fyri neyðtøkuroynd. 

Maðurin var í nevningatinginum í Føroya Rætti eisini dømdur í trygdarvarðhald.

Maðurin hevur aðrar líkandi dómar, og hann er dømdur fyri tilsamans átta neyðtøkuroyndir.

Nú skal nevningatingið í Eystara landsrætti taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal fáa, ella um dómurin í Føroya rætti um forvaring skal staðfestast. 

Endaligi dómurin verður kunngjørdur á middegi í dag, sigur Landsrætturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512