Kinesiski forsetin farin heimaftur

Kinesiski forsetin farin heimaftur
Russiski forsetin sigur, at kinesiska uppskotið um friðarloysn í Ukraina kann vera ein loysn, um ella tá Ukraina er til reiðar
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur vitjað russiska starvsbróðurin í Moskva seinastu dagarnar. Putin letur væl at tí, sum kom burtur úr vitjanini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.03.2023 - 08:51

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sum seinastu dagarnar hevur vitjað í Russlandi, er nú farin heimaftur.

Samskiftið millum forsetarnar báðar hevur sambært Vladimir Putin, forseta verið "opið og vinaligt" og "væl eydnað og uppbyggjandi". 

Putin og Jinping skrivaðu millum annað undir eina røð av skjølum um strategiskt samstarv. Hetta hevur Putin, sambært The Guardian, greitt frá á tíðindafundi.

 

Kann vera ein loysn

Á tíðindafundinum legði Vladimir Putin eisini dent á, at kinesiska uppskotið um friðarloysn í Ukraina kann vera ein loysn, um ella tá Ukraina er til reiðar.

Amerikanarar hava tó eina aðra hugsan um hetta, sigur John Kirby, talsmaður í Hvítu húsunum.

- Eg haldi als ikki, at Kina kann metast sum óheft á nakran hátt, sigur hann. Hann vísir á, at Kina hevur ikki funnist at russisku innrásini í Ukraina og hevur heldur ikki viljað kallað innrásina fyri kríggj.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342