- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsgrannskoðanin næstan liðug at kanna H-bygningin
Tá løgtingið í mai í fjør játtaði 67 milliónir krónur afturat til H-bygningin, fóru politikarar av álvara at ilskast - hetta byrjaði at lukta dekan ov nógv av somu byggigølu sum Glasir.
Løgtingsgrannskoðararnir bóðu tí landsgrannskoðanina um eina frágreiðing.
- Vit ynskja eina líknandi kanning, sum Landsgrannskoðanin gjørdi av Glasi, segði Jacob Vestergaard, táverandi fomaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, við útvarpið 4. mai í fjør.
Niðurstøðan í frágreiðingini um Glasir, sum varð almannakunngjørd í apríl 2019, staðfesti millum annað, at fíggjarstýringin hjá Landsverki var ikki í lagi.
Stovnurin hevði eina rullandi meirnýtslu á Glasi í fleiri ár, uttan at hetta sást í landsroknskapinum. Og eftirlitið hjá aðalráðunum omanfyri - táverandi Samferðslumálaráðið og Mentamálaráðið - var heldur ikki í lagi.
Nú leggur Beinta Dam síðstu hond á eina nýggja frágreiðing - hesaferð um H-bygningin.
Arbeiðssetningurin til Landsgrannskoðanina var at kanna:
- Útreiðslugongdina, herundir hvussu útreiðslurnar samsvara við fíggjarligu heimildirnar í verklagslógum og fíggjarlógum.
- Ábyrgdar- og myndugleikabýti, roknskaparviðurskiftini og mannagongdir hjá Landsverki, so sum skrásetingarmannagongdir, nær kostnaðir verða skrásettir í landsroknskapinum og hvussu fylgt verður við útreiðslunum frá disponering til landsroknskap.
- Á hvønn hátt Heilsumálaráðið, Landssjúkrahúsið, Landsverk og Fíggjarmálaráðið hava verið við í málinum/verkætlanini, og hvørji eftirlit ráðini hava havt við verkætlanini.
Beinta Dam roknar við, at frágreiðingin verður latin løgtingsgrannskoðarunum - og harvið almenninginum - beint eftir páskir. Fyrr enn tá vil hon ikki greiða frá innihaldinum í frágreiðingini.