Dómur fellur í nevningatinginum í morgin

Dómur fellur í nevningatinginum í morgin
Eitt nevningating í landsrættinum hevur viðgjørt eitt mál um trygdarvarðhald fyri neyðtøkuroynd og rán
Bæði dømdi maðurin og ákæruvaldið skutu dómin í Føroya rætt inn fyri landsrættin, sum í morgin tekur støðu í málinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.03.2023 - 18:01

Nevningatingið í Eystara landsrætti fór seinnapartin í dag undir at viðgera skuldar- og revsispurningin í málinum um tann 30 ára gamla mannin, sum í Føroya rætti í fjør var dømdur í trygdarvarðhald fyri neyðtøkuroynd og rán.

Trygdarvarðhald er ein revsing, har tann dømdi er mettur at vera serliga vandamikil fyri samfelagið, tí viðkomandi hevur framt lógarbrot av serliga grovum slag, sum t.d rán ella álvarsligt kynsmisbrot.

Tað, sum er serligt við trygdarvarðhaldi, er, at dómurin onki tíðarmark hevur. 

Í fyrstu atløgu situr tann dømdi í trygdarvarðhaldi í fimm ár, og síðani skal ein nýggj meting gerast av tí dømda.

Meta læknarnir tá, at viðkomandi ikki kann verða latin leysur, verður ein nýggj meting gjørd annaðhvørt ár. Og soleiðis kann trygarvarðhaldið halda fram í óavmarkaða tíð.

Hetta er sostatt ein sera harður dómur.

 

Kann vera søgulig


Í morgin fer Eystari landsrættur at taka støðu í málinum.

Skuldaravgerðin verður avgreidd longu í morgin klokkan hálvgum tíggju, og avgerðin um revsingina verður kunngjørd á middegi í morgin.

Revsimál er danskt málsøki, og tí skal avgerðin fyri danska rættarlæknaráðið.

Verður maðurin dømdur í trygdarvarðhald, er hetta fyrstu ferð í nýggjari tíð, at rættarlæknaráðið hevur tikið undir við einari avgerð hjá einum nevningatingi í Føroyum.

Sostatt kann avgerðin í morgin verða søgulig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512