Sáttmálarnir hjá pedagogunum fevna um 1.770 ársverk

Sáttmálarnir hjá pedagogunum fevna um 1.770 ársverk
Nógv størsti parturin er í starvi hjá kommununum. Har eru umleið 1.270 ársverk
Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fevnir um 1.270 ársverk í kommunala geiranum. Umleið 760 ársverk eru hjálparfólk ella námsfrøðishjálparar. (Savnsmynd)
 
21.03.2023 - 15:51

Tann 1. apríl fer sáttmálin hjá Pedagogfelagnum úr gildi, og felagið sigur seg vera til reiðar at fara til samráðingarborðið. 

Føroya Pedagogfelag hevur sáttmálar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum í stórum mun fevnir um leiðarar, námsfrøðingar, námsfrøðishjálparar og hjálparfólk á vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og forskúlum. 

Eisini hevur Pedagogfelagið sáttmálar við landið, sum er fyri stovnar undir Almannaverkinum, ið veita tænastur eftir logini um almannatrygd og tænastur. 

Onnur størv eru eitt nú námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum og ymisk onnur størv. Her er eisini talan um leiðarar, námsfrøðingar og hjálparfólk.

 

1.770 ársverk

Seinastu hagtølini frá arbeiðsgevarum vísa, at umleið 1.770 ársverk eru fevnd av sáttmálum hjá Pedagogfelagnum. 

Býtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk er ymiskt hjá landi og kommunum. 

Hjá landinum eru umleið 500 ársverk, harav 140 eru hjálparfólk ella námsfrøðishjálparar, svarandi til 28 prosent

Hjá kommununum er støðan øðrvísi, har eru umleið 1.270 ársverk. Umleið 760 ársverk eru hjálparfólk ella námsfrøðishjálparar, svarandi til sløk 60 prosent, sigur Pedagogfelagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512