- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanskt blað: Kina selt Russlandi dronur
Kina hevur selt Russlandi dronur og eykalutir til dronur fyri 12 milliónir dollarar, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina.
Tað skrivar New York Times.
Hetta svarar til góðar 83 milliónir krónur.
Hernaðarliga, diplomatiskt og fíggjarliga er Beijing vorðin alsamt størri stuðul hjá Russlandi.
Og sambært amerikanska blaðnum, hevur javnur streymur av nýggjum dronum verið til Russlands undir krígnum í Ukraina.
Biden hevur lovað revsing
Umsitingin hjá Biden hevur fyrr lovað at revsa feløg, sum selja Russlandi týdningarmikla tøkni, skrivar New York Times.
Dronurnar, sum eru seldar Russlandi, eru ein blandingur av vørum frá kinesiska felagnum, DJI Technoligies, sum er heimsins kendasti dronuframleiðari, og fleiri minni feløgum.
Dji Technoligies sigur, at tey góvust við virksemi sínum í Russlandi og Ukraina í fjør fyri at tryggja sær, at dronurnar ikki vóru brúktar í krígnum.