O, móðurlandið!: Keypmannahavn kallar

O, móðurlandið!: Keypmannahavn kallar
70-ini eru rættilig framburðsár í Føroyum, og framburðurin sæst serliga væl aftur í vøkstrinum av studentum. Flest allar floygdar pisur hava somu kós - Keypmannahavn kallar.
Pisur úr Hoydølum í 1977.
 
21.03.2023 - 18:36

Í triðja parti av sendirøðini "O, móðurlandið" verður sjóneykan sett á 70-ini, 80-ini og 90-árini. Og júst 70-ini eru rættilig framburðsár í Føroyum. Menning og vøkstur sæst um alt samfelagið. 

Eitt nú sæst hesin framburður serliga væl aftur í vøkstrinum av studentum.

 

Pisur fjølgast

Serliga í skiftinum úr 60-árunum í 70-ini økist talið á føroyskum studentum í stórum. 

pisur1970.jpg

Caption: 
Pisur í Hoydølum í 1970.

Dømi um stóra vøksturin av lesandi føroyingum í studentaskúlanum í Hoydølum sæst í hesum yvirliti yvir tøl á floygdum pisum:

1959: 17

1965: 30

1968: 41

1971: 63

1974: 71

Og talið av studentum bara vaks. Á myndini omanfyri síggjast pisur í Hoydølum í 1970, meðan myndin niðanfyri er av pisunum í Hoydølum í 1977. 

pisur1977.jpg

Caption: 
Pisur í Hoydølum í 1977.

 

Kósin er sett: Keypmannahavn kallar

Tað verður tí hesi árini alt vanligari hjá føroyskum ungdómi at búleikast fittan part av sínum ungdómi í Keypmannahavn. Tað danska verður tí sum frá líður ein størri partur av samleikakensluni hjá føroyingum.

Frá at hava verið ein elituskúli við fáum næmingum, verður studentaskúlin í Hoydølum klekingardepil fyri einum vaksandi tali av føroyskum pisum.

Og flest allar pisurnar fara víðari til Danmarkar í lestrarørindum. Føroyingar fara niður. Øll vita, hvar tað er.

Lestrartreytirnar eru lagaligar í samsvari við svalandi tíðarandan.

O, móðurlandið: Hoydalar studentar pisur

Caption: 
Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

Tvær ymsar mentanir 

At koma úr Føroyum til Keypmannahavnar í 60-unum og 70-unum er stórt umskifti. Ein kensla av ótálmaðum frælsi eyðkennir útisetalívsstílin í danska vælferðarsamfelagnum.  

Tvær heilt ymiskar mentanir umskarast. Í mun til Føroyar er Keypmannahavn ein frísinnaður býur, sum osar av øllum tí, sum er nýtt og øðrvísi  og forboðið.  

Tað er sanniliga eitt nýtt tíðarrák, sum ger um seg í Danmark.  

O, móðurlandið: Keypmannahavn

Caption: 
Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

Í 1969 verður Danmark fyrsta landið, sum loyvir fríari útbreiðslu av porno. Istedgade á Vesturbrúgv verður ímyndin av donskum frílyndi.  

O, móðurlandið: Keypmannahavn

Caption: 
Istedgade í Keypmannahavn, eftir at Danmark loyvdi útbreiðslu av porno. Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

Rúsevni koma eisini undir hetta frælsið, og Christiana letur upp.

O, móðurlandið: Keypmannahavn, Christiania

Caption: 
Christiana letur upp í 1971. Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

Á fólkatingi verður kjakast um fría fosturtøku. Tá uppskotið verður samtykt í 1973, gerst Danmark eitt av fyrstu londunum í Vesturevropa, sum loyvir fríari fosturtøku. 

O, móðurlandið: Keypmannahavn, frí fosturtøku

Caption: 
Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

Margháttilig symbiosa

At tær kristnu og konservativu Føroyar skulu kenna seg so fjálgar undir veingjabreiðinum av einum tí mest frílynta samfelagnum í heiminum, kann taka seg út sum ein margháttlig symbiosa.  

Og eitt tað harðasta mótmælið til fosturtøkulóggávuna í Danmark átti eisini føroyska fólkatingsumboðið: hin litríki javnaðarpresturin, Johan Nielsen.

Hann royndi at savna saman undirskriftir um at fáa spurningin lagdan fyri almenningin til fólkaatkvøðu, men til fánýtis.  

O, móðurlandið: Keypmannahavn, Johan Nielsen

Caption: 
Johan Nielsen úr Javnaðarflokkinum á røðarapallinum á Fólkatingi. Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!

 

O, móðurlandið: Fara upp á tjólegg, detta niður á langlegg

Í triðja parti av sendirøðini "O, móðurlandið" eru tað 70-ini, 80-ini og 90-ini, sum eru í miðdeplinum. 

Meðan framburður eyðkennir 70-ini, eru 80-ini eitt kapitul fyri seg í Føroyum. Tá fer alt av lagi í einum "dance macabre", har eingin gáaði um reyð ljós ella ávaringarlúðrar.

Ikki fyrr enn í 1992 vakna vit við kaldan dreym. Føroyar eru rætt og slætt farnar á húsagang. 

Støðan í Ríkisfelagsskapinum er spent. Føroyar verða settar undir umsiting, og danska stjórnin leggur við beinharðar treytir fyri sínum hjálparpakkum.

Triði partur í sendirøðini "O, móðurlandið" er í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og viku. Tú sært fyrst og annan partin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477