Skaði fyri meira enn 100 milliardir dollarar

Skaði fyri meira enn 100 milliardir dollarar
Fleiri enn 56.000 fólk eru skrásett at hava latið lív í jarðskjálvtunum í Turkalandi og Sýria
Jarðskjálvtarnir í Turkalandi og Sýria gjørdu stóran skaða.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.03.2023 - 08:41

Jarðskjálvtarnir í Turkalandi og Sýria fyrr í ár hava gjørt skaða fyri meira enn 100 milliardir dollarar.

Tað upplýsti turkiski forsetin, Erdogan, á hjálparráðstevnu, sum varð hildin í Brússel í gjár.

AP-tíðindastovan skrivar, at ES higartil hevur latið 1,1 milliard dollarar í neyðhjálp til Turkalands og Sýria, men sambært tølunum hjá Erdogan, so munar hetta lítið. 

Hjálpin hjá ES svarar til 1/100 av tí, sum skaðarnir fara at kosta.

Fleiri enn 56.000 fólk eru skrásett at hava latið lívið í jarðskjálvtunum.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342