Franska stjórnin hóraði undan

Franska stjórnin hóraði undan
Pensjónsaldurin í Fraklandi hækkar úr 62 upp í 64 ár
Elisabeth Borne, forsætisráðharri, á røðarapallinum í tjóðartinginum, áðrenn atkvøtt var um misálitisuppskotið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.03.2023 - 08:21

Franska tjóðartingið feldi í gjár uppskotið um misálit á fronsku stjórnina. 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne, hóraði eisini undan í fyrra uppskotinum um misálit, eftir at hava trýst  eina pensjónsnýskipan ígjøgnum uttan atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum, skrivar NTB.

Ætlanin er at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár.

Hitt uppskotið um misálit hjá høgravíðgongda flokkinum, Rassemblement National, varð heldur ikki samtykt, tí hinir andstøðuflokkarnir tóku ikki undir við tí, skrivar Reuters.

278 atkvøddu fyri uppskotinum um misáltit, men neyðugt er við 287 atkvøðum fyri at fáa meiriluta fyri misáliti í franska tjóðartinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342