- Tíðindi, mentan og ítróttur
Staðfesti dóm um neyðtøku
Staðfesti dóm um neyðtøku
Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann
20.03.2023 - 14:37
Landsrætturin staðfesti fríggjadagin ein dóm um neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn.
Maðurin, sum er 19 ára gamal, hevði í eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir útvegað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.
Í heyst bleiv maðurin dømdur 10 mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru tríggir mánaðir gjørdir treytaleysir.
Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar.
Eystari Landsrættur staðfesti dómin í Føroya Rætti.
Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV