- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loysingarflokkur stovnaður í Grønlandi
Grønland hevur fingið nýggjan politiskan flokk.
Flokkurin eitur Qulleq, og tað er fyrrverandi limurin í Siumut, Henrik Fleischer, sum hevur tikið stig til flokkin. Ætlanin er, at hann skal stilla upp til valið næstu ferð.
Við grønlendska kringvarpið, sigur Henrik Fleischer, at høvuðsendamálið við flokkinum er, at Grønland skal gerast fullkomuliga sjálvstøðugt.
Tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt, er, at Grønland yvirtekur rættarskipanina og uttanríkis- og verjupolitikkin, sigur Henrik Fleischer.
Sjónligasta danska hjáveran í Grønlandi er verjan, og við at yvirtaka hana, kann Grønland fáa betri gagn av sínum landi, heldur formaðurin í Qulleq.
Danska stjórnin brúkar í ár 153 milliónir krónur upp á Arktisk Kommando. Hvussu Grønland skal fíggja sína egnu verju, hevur Henrik Fleischer ikki nakað boð uppá enn.