- Tíðindi, mentan og ítróttur
Medvedev ávarar ímóti at handtaka Putin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dmitrij.png?itok=t_422ddW)
Fyrrverandi russiski forsetin og forsætisráðharrin, og næstformaður í russiska trygdarráðnum, Dmitri Medvedev, svarar aftur, nú altjóða revsidómstólurin í Haag í Hollandi hevur givið boð um at handtaka russiska forsetan,Vladimir Putin.
Á miðlinum Telegram sigur næstformaðurin í russiska trygdarráðnum, at tað ber til at fremja rakettálop á dómstólin í Haag við hybersoniskum rakettum frá russiskum skipum í Norðsjónum.
- Hatta er bara ein vánaligur altjóða felagsskapur. Dómararnir mugu fylgja væl við á himmalinum, sigur Medvedev, sum er ein av trúgvastu stuðlunum hjá Putin.
Hann setur hóttanina fram, eftir at altjóða revsidómstólurin fríggjadagin gav boð um at handtaka Vladimir Putin.
Ukrainsk børn burturflutt
ICC ákærir Putin fyri at hava ábyrgd fyri krígsbrotsverkum í Ukraina í sambandi við, at ukrainsk børn eru burturflutt og umskúlað í Russlandi.
Holland er limur í Nato-verjusamgonguni, sum var stovnað í 1949.
Álop á Haag hevði tí flutt Russland í opið kríggj við Nato. Og tað ger, at sera lítil sannlíkindi eru fyri russiskum álopi á dómstólin.