- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnlendingar eydnuríkasta fólk sætta árið á rað
Sætta árið á rað eru finnlendingar eydnuríkasta fólk í heiminum.
Tað staðfestir ST-frágreiðingin World Happiness Report, sum er almannakunngjørd í dag.
Føroyar eru ikki á listanum, men Danmark er, og er nummar tvey. Tað er betri enn í fjør, tá ið Danmark lá á triðjaplássi.
ST hevur í frágreiðingini m.a. kannað, hvussu koronufarsóttin ávirkaði vælveruna hjá fólkinum.
Granskarar í USA gera frágreiðingina World Happiness Report, sum grundað á upplýsingar frá Gallup-kanningum.
Eftir Finnland og Danmark koma Ísland, Ísrael, Holland, Svøríki, Noreg, Sveis, Luksemburg og New Zealand.
Afganistan og Libanon eru aftur í ár niðast á listanum, sambært ST-frágreiðingini.
Meira kann lesast her.