Kappingarneyti keypir Credit Suisse

Kappingarneyti keypir Credit Suisse
UBS hevur keypt sveisiska stórbankan fyri 22,7 milliardir krónur
Kappingarneytin, UBS, hevur keypt Credit Suisse.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.03.2023 - 08:37

Kappingarneytin, UBS, hevur keypt sveisiska bankan, Credit Suisse, fyri tríggjar milliardir sveisarafrankar, ella 22,7 milliardir krónur í okkara peningi.

Samstundis er greitt, at nógvir íleggjarar í Credit Suisse missa trísifraða milliardaupphædd.

Fíggjarmyndugleikarnir í Sveis hava sett sum treyt fyri bankakeypinum, at Credit Suisse niðurskrivar virðið á øllum AT1-virðisbrøvum til null.

 

 

AT1-virðisbrøvini komu eftir fíggjarkreppuna í 2008. Endamálið var at geva bankum amboð at leggja íløgur um til eginogn, um bankin kom í trupulleikar.

Í hesum førinum verða umleið 16 milliardir sveisarafrankar, ella 121 milliardir krónur, skrivað niður til null.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342