Revsidómstólurin: Putin skal handtakast

Revsidómstólurin: Putin skal handtakast
Russiski forsetin er skuldsettur fyri at hava ábyrgd av krígsbrotsverkum í Ukraina
Altjóða revsidómstólurin hevur givið boð um at handtaka russiska forsetan, Vladimir Putin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2023 - 15:50

Altjóða revsidómstólurin, ICC, í Haag hevur í dag givið boð um at handtaka russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað upplýsir Piotr Hofmański, forseti í ICC.

Dómstólurin skuldsetur russiska forsetan fyri at hava ábyrgd av krígsbrotsverkum í Ukraina.

ICC hevur eisini givið boð um at handtaka russisku umboðskvinnuna  fyri barnarættindi, Maria Lvova-Belova.

Í gjár staðfesti ein ST-frágreiðing, at Russland seinasta árið í fleiri førum hevur brotið mannarættindini í samband við kríggið í Ukraina, og at tað í nógvum førum var talan um beinleiðis krígsbrotsverk.

Russiska stjórnin hevur áhaldandi víst aftur, at landið hevur framt kríggsbrotsverk, og gjørt seg inn á sivil fólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791