- Tíðindi, mentan og ítróttur
Netkundar fáa kanska ikki pengarnar aftur
Netkundar fáa kanska ikki pengarnar aftur
Ónøgdir keyparar hava meldað mál til løgregluna, men keyparin kann vera í eini torførari støðu, sigur advokatur
17.03.2023 - 18:00
Tað gerst meiri vanligt, at keyparar verða snýttir, tá ið teir keypa vørur frá føroyskum nethandlum.
Løgreglan váttar fyri útvarpinum, at mál eru meldað til løgregluna, tí keyparin hevur ikki fingið vøruna, ella ikki fingið fatur á seljaranum fyri at fáa pengarnar aftur
Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur.
Hetta kann vera ein trupul støða hjá keyparum, sigur Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur.
Peningastovnurin hevur møguleika at hjálpa til at fáa pengarnar aftur, um keyp er við VISA-korti ella Mastercard.
Verri er, um keypt er við bankaflyting.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
17032023_Nethandlar_snyta
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV