- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagstovnar í Vestmanna vera ítróttadagstovnar
Í dag verður dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttadagstovnaøki av Dansk Itrætsforbund og VIA University College í Aarhus.
Við hesum sleppa dagstovnarnir í kommununi at kalla seg góðkendar ítróttadagstovnar, har ítróttur, spæl og rørsla er í miðdeplinum.
Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna verður fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Í góðkenningartilgongdini hava leiðsla og starvsfólk verið á førleikamennandi skeiði, har undirvíst hevur verið í, hvussu ítróttur kann brúkast sum námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum.
Skipað verður fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Vestmanna í dag klokkan 15.
Sára Jógvansdóttir, varaborgarstjóri, Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður, Magni Mohr professari í ítróttarfysiologi, og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, halda røðu.