Útfluttu fyri góða milliard í januar

Útfluttu fyri góða milliard í januar
Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður, men er minkaður nakað
Fiskaútflutningurin í januar var nakað minni enn sama mánað í fjør.
Mynd: Hagstovan  
 
17.03.2023 - 08:06

Føroyar útfluttu fyri eina milliard og 47 milliónir krónur í januar.

Hetta er nakað meira enn í januar í fjør, tá útflutningurin var 915,6 mió. kr.

Útflutningurin til Russlands er komin niður á 200 milliónir krónur um mánaðin, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður, men er minkaður nakað.

Í januar var makrelur, sild og svartkjaftur útfluttur til Russlands fyri 140,4 milliónir krónur. 

Í januar í fjør var hesin útflutningurin 114,5 milliónir krónur verdur.

Annar útflutningur er fyri tað mesta olja til russisk skip, sum bunkra í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512