- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðsval um sessin sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Stríðsval verður um sessin sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.
Tá freistin at stilla upp til forfólkasessin fór í gjár, var greitt, at tvær kvinnur stilla upp.
Tær eru Bingerð H. Fosságil, sum hevur verið forkvinna í felagnum síðani august 2021, og Anna Kristina Hansen.
Valt verður elektroniskt, og forfólkavalið verður frá 27. mars til 3. apríl.
Tveir nevndarsessir
Fýra kvinnur stilla upp til tveir nevndarsessir í Heilsurøktarafelagnum.
Linda Arnfríðardóttir og Malan Hansen hava sitið í nevndini síðani apríl 2021, og tær stilla báðar uppaftur.
Anna Kristina Hansen og Annika E. Breiðaskarð stilla eisini upp til nevndarvalið.
Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður í ár hildin í Kongshøll hin 22. apríl.